"Eg havi stóran tørv á at røra meg, serliga tí eg havi sitandi arbeiði. Í Tvørmegi er so sera góður og tættur felagsandi. Góð einsæris leiðbeining. Tað er heldur ikki trupult at vera aldurspresidentur."
Jógvan D. Hansen
“Í Tvørmegi fær tú fjølbroyttar avbjóðingar, ið bæði menna styrki og treysti. Venjingarnar fara fram í einum jaligum umhvørvi, har øll hava møguleika at vera við uttan mun til byrjanarforteytir.”
Eli Thorsteinsson
"Í Tvørmegi fái eg stuttliga, avbjóðandi og skiftandi venjing fyri allan kroppin, og føli eg meg aloftast bæði sterkari og sunnari eftir eina WOD. At røkka nýggjum kropsligum førleikum og styrkja aðrar, gevur eina serliga vælnøgd og virkar motiverandi.”
Edvard Nyholm Debess
"Onkuntíð tá eg eri á veg oman í Tvørmegi, hugsi eg, at hetta kanska ikki rættuliga er dagurin, men tá eg so fái góða leiðbeining, hjálp og stimbran frá bæði venjarum og viðíðkarum, kemur hugurin og áræðið altíð til at kýta meg tað meira enn eg visti, eg kundi. At íðka saman við hinum í Tvørmegi, og merkja, at man tekur seg fram fyri hvørja ferð, er supergott og gevandi, bæði fyri kropp og sinn".