CrossFit Dad Bod | Tvørmegi

CrossFit Dad Bod

Skeiðið er snikkað til harrar, ið hava torført við at fáa venjingina inn í ein upptiknan gerandisdag.

Fast hald kostar 695 kr/mánaðin

Fast hald hevur 2 mðr. binding. 1 stakur mðr. kostar 995kr.

Við í skeiðnum er:

  • 2 venjingar um vikuna í 4 vikur
  • Royndir venjarar til allar tímarnar
  • Vanligt limahald í Tvørmegi í tíðarskeiðnum
  • Avmarkað pláss
  • Tveir fastir venjingartímar um vikuna
  • Tveir ókeypis royndartímar

Um Dad Bod

Styrki og orka í einum
Skeiðið er bygt á fjølbroyttar og funktionellar rørslur, ið styrkja allan kroppin. Oftast eru venjingarnar í tveimum pørtum. Fyrri parturin er eitt klassiskt styrkilyft so sum squat, deadlift, bonkpress ella líknandi. Seinni parturin er við hægri intensiteti, og leggur í størri mun dent á orku og úthaldni. Við at samantvinna styrki og orku røkka vit okkara aðalmálum, sum eru at gerast sterkari og at orka betur.
Eitt skeið til harrar
Skeiðið er snikkað til harrar, ið hava torført við at fáa venjingina inn í ein upptiknan gerandisdag. Allar venjingarnar eru við royndum venjara, sum skipar fyri felags upphiting og vegleiðir í teimum ymsu rørslunum. Vit vilja røkka øllum óansæð royndir, og tí er einki krav til venjingarstøðu luttakarans.
Prísir og tilboð
Hvønn mánað byrjar eitt nýtt skeið við nýggjari venjingarætlan. Prísurin fyri fast hald er 695 kr/mðr við tveimum mðr binding. Ein stakur mðr kostar 995kr. Við í prísinum er vanligt limahald til Tvørmegi, og tí ber til at fara til vanligar tímar eisini.
Nær og Hvar?
Venjingarnar eru tvær ferðir um vikuna, mánadag og mikudag kl. 21 til 22 og í ein góðan tíma. Tvørmegi hevur høli í Slættanesgøtu 11.

Prísir fyri skeiðið

Fast hald

695 kr

Keyp her

Venjing í 1 mðr.

995 kr

Keyp her

Tað er einfalt – melda til, kom til tíma og ger títt besta.So taka vit okkum av restini - síggjast!