CrossFit Børn & Ung | Tvørmegi

Børn & Ung

Serstøk venjing til øll børn og ung, ið vilja gerast sterkari, fimari og skjótari á ein stuttligan og natúrligan hátt!

Kostnaður úr 345 kr/mánaðin

1 mðr fyri 395kr kann keypast longur niðri á síðuni

Við í skeiðnum er:

  • 2 venjingar um vikuna í 4 vikur
  • Skraddaraseymaðar venjingar og rørslur til børn og ung
  • Undirvísing neyvt málrættað teimum í vøkstri
  • Dugnaligir, fittir og eldhugaðir venjarar, sum eru vaksin og stuttlig fólk
  • Avmarkað pláss
  • Børn 11 til 13 ár og Ung 14 til 16 ár

Um Børn & Ung

Endamál við skeiðnum
Við venjing og spølum miða vit eftir at betra um teirra kropsligu javnvág og motorisku førleikar. Í einum modernaðum lívi við nógvum skermum hevur styrki, fimi og úthaldni stóran týdning fyri eitt langt og sunt lív, og fyri at trívast í gerandisdegnum, í skúla, í spæli, úti og inni.
Bygt á natúrligar, fjølbroyttar og funktionellar rørslur
Vit kasta, toga, lyfta, skumpa, klintra, renna og leypa. Vit venja altíð ymiskt og við nógvari orku. Vit nýta leysar vektir, dekk og kettlebells og okkara egna kropp í ringum, togum, við hoppibondum o.s.fr. Vit gera ymsar venjingar og spøl, har dentur altíð er á rættar og forsvarligar rørslur, fyri at verja unga kroppin.
CrossFit til øll børn og ung
Hvønn mánað byrjar eitt nýtt skeið við nýggjari venjingarætlan. CrossFit er ítróttur í sær sjálvum, sum tú kanst venja miðvíst, men er eisini frálíkt sum ískoyti til annan ítrótt. Har er tó einki krav til kropsligar førleikar áðrenn byrjað verður, og allar venjingarnar eru gjørdar soleiðis, at øll kunnu vera við.
Nær og hvar?
Vant verður Týsdag og Hósdag. Børn venja kl 14:45 til 15:30 og Ung kl 15:30 til 16:15. Tvørmegi hevur høli í Slættanesgøtu 11

CrossFit Ung & CrossFit Børn

Børn 11 til 13 ár

345 kr

Keyp her

Íroknað

  • Fast hald

Ung 14 til 17 ár

345 kr

Keyp her

Íroknað

  • Fast hald

Børn í 1 mðr.

395 kr

Keyp her

Íroknað

  • Venjing í 1 stakan mðr.

Ung í 1 mðr.

395 kr

Keyp her

Íroknað

  • Venjing í 1 stakan mðr.

Tað er einfalt – melda til, kom til tíma og ger títt besta.So taka vit okkum av restini - síggjast!