Viðtøkur:
§ 1 Navn og heimstaður
Navn felagsins er “Ítróttarfelagið Tvørmegi”, og heimstaður felagsins er í hølunum hjá Sp/f Tvørmegi.
Hjánavn er “Tvørmegi Functional Fitness”
Navnið Tvørmegi er eitt vart heitið, sum Sp/f Tvørmegi eigur. Felagsins rættur at nýta navnið Tvørmegi fráfellur um felagið fær annan heimstað. Rætturin til navnið kann eisini afturkallast við 14 dagar varningi frá Sp/f Tvørmegi.
§ 2 Endamál
Endamál felagsins er at menna Rørslumegi (Functional Fitness) í Føroyum. At menna kennskap og virka fyri at menna ítróttina Rørslumegi (Functional Fitness).
§ 3 Limaskapur
Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annaðhvørt ein nevndarlim ella venjara.
Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap. Verður persóni noktað limaskapur, kann hann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.
Feløg og onnur áhugaði kunnu gerast hvílandi limir.
Nevndin ásetur støddina á limagjaldinum fyri virknar, hvílandi og ungdómslimir. Limur kann siga limaskap sín upp við einum mánaða freist til ein 1. í einum mánaði.
Nevndin kann koyra lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur brotið viðtøkur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg. Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.
Felagið kann útnevna heiðurslimir.
§ 4 Aðalfundir
Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði felagsins ella á frammanundan tilnevndum staði, er hægsti myndugleiki felagsins. Ársaðalfundur verður hildin áðrenn mars mánaður er farin.
Nevndin kallar inn til aðalfundar skrivliga og/ella við uppslagi á almennum miðli við í minsta lagi 14 daga varningi.
Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði, -tíð og -skrá. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins, sum er í hølum hjá Tvørmegi, í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.
Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:
- Val av fundarstjóra.
- Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið.
- Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
- Val av nevndarlimum
- Innkomin mál.
- Ymiskt.
Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur.
Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara.
Bert limir, sum hava fylt 18 ár, hava atkvøðurætt. Valbærur er limur sum er fyltur 18 ár. Hvílandi limir hava møti- og talurætt, men tó ikki atkvøðurætt.
§ 5 Eykaaðalfundir
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin metir tað vera neyðugt, ella tá ið 2/3 av limunum krevja tað.
Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.
§ 6 Nevndin
Felagið verður stýrt av eini nevnd við antin trimum ella fimm limum. Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár, soleiðis at annaðhvørt ár standa ein ella tveir limir fyri vali, og hitt árið standa tveir ella tríggir limir fyri vali.
Nevndin skipar seg sjálv.
Nevndin heldur fund, so ofta hon metir tað vera neyðugt.
Nevndin er viðtøkufør, tá ið 3 nevndarlimir eru á fundi.
Tiltakslimir verða valdir fyri sama tíðarskeið.
Nevndin ger reglugerð fyri virksemi sítt.
Nevndin kann seta arbeiðsbólkar at arbeiða fyri at fremja endamál felagsins.
Gerðabók (fundarfrágreiðing) verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir.
§ 7 Tekningarreglur
Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst ein samd nevnd.
§ 8 Heftilsi
Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri skyldum felagsins, men bert við sínum limagjaldi.
§ 9 Roknskapur
Roknskaparár felagsins er frá 1. januar til 31. desember.
Fyrsta roknskaparár er frá stovnan felagsins og til 31. desember 2025.
§ 10 Viðtøkubroytingar
Til tess at broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.
§ 11 Avtøka
At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri.
Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir.
Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarligt ella vælgerandi endamál.
Soleiðis samtykt á aðalfundi í Tórshavn tann 4. juni 2025.