Tímatalva | Tvørmegi

Tímatalva

Um okkara tænastur og tímar

CrossFit sum venjingarháttur

CrossFit er ein fjølbroyttur og effektivur venjingarháttur, sum byggir á funktionellar rørslur, ið styrkja allan kroppin, økja úthaldnið og betra liðiligheitina. Kropsliga javnvágin er í miðdeplinum, og kýta vit okkum fyri, at øll fáa sum mest burturúr óansæð støði. Sum limur í Tvørmegi kanst tú venja óavmarkað í hølum felagsins, og melda teg til allar skemaløgdu liðtímarnar. Allir tímarnir eru við venjara, ið byrjar tíman við einari felags upphiting og stigvíst gjøgnumgongur allar rørslur og tillagingar í dagsins venjing – tað einasta tú skalt gera er at møta til tíman.

WOD

WOD er ein stytting fyri Workout Of the Day (dagsins venjing), og er ein felagstími við upp til 16 luttakarum. Hvønn dag er ein nýggj WOD á skránni, og allar kunnu tillagast til støðið hjá hvørjum einstøkum luttakara. WOD-skráin fevnir um allar partar av Tvørmegini so sum styrki, úthaldni, fimleikur og fimi sett saman á ymiskan hátt.

Treystis WOD

Treystis-WOD er til tín, ið elskar at fáa pulsin heilt upp og vil venja úthaldni framum styrki. Treystis-skráin skiftir hvønn dag og leggur dent á einfaldar rørslur og nógvar endurtøkur fyri at varðveita høga ferð og puls alla venjingina.

Vinar WOD

VinarWOD er skiftandi toymisvenjing saman við einum vini, ið tú sum limur bjóðar at royna CrossFit ókeypis.

Senior WOD

CrossFit Senior er fyri okkara tilkomna ættarlið og tey, ið ynskja eina venjing uttan ov nógva ferð og rok. Endamálið við venjingini er, at vit blíva sterkari, meira úthaldandi og fimari. Venjingin er fjølbroytt, skiftir hvørja ferð og verður tillagað í vekt og rørslum so øll kunnu vera við.

CrossFit Boot Camp

Í einum sosialum umhvørvi og við støði í grundleggjandi frálæru í CrossFit, seta vit ferð á tína venjing. Vit vilja vera við til at uppbyggja neyðuga sjálvsálitið og motivatiónina hjá tær til at halda fram við venjingini, sum leggur lunnar undir eitt sunnari og betri lív. Allir tímarnir eru við royndum venjara, ið vegleiðir teg trygt gjøgnum allar venjingarnar. Skeiðið er fyri øll, og venjingin verður tillagað til støðið hjá tí einstaka, so øll kunnu gerast fittari og sunnari. Les meira her.

Børn & Ung

CrossFit til øll børn og ung er serstøk venjing til tey, ið vilja gerast sterkari, fimari og skjótari á ein stuttligan og natúrligan hátt. Við venjing og spølum miða vit eftir at betra um teirra kropsligu javnvág og motorisku førleikar. Les meira her.

CrossFit Mammur

Eitt skeið til allar nýklaktar mammur, har venjingin er skraddaraseymað til málbólkin og verður tillagað í vekt og vali av rørslum. Les meira her.

Open Gym

Open Gym er sjálvstøðug venjing í hølunum hjá Tvørmegi, og eitt gott høvi at leggja dent á útvaldar venjingar, tekniskar avbjóðingar ella at koyra eina WOD eftir egnum ynski saman við øðrum limum.

Grót

Grót er felagsvenjing har vit royna ymisk altjóða støðumet, metWODs, hetjuWODs og aðrar spennandi avbjóðingar. Íðkandi hita upp og grótast í felag uttan venjara.

Er CrossFit kanska nakað fyri teg?Kom til ein ókeypis royndartíma