Persónlig Venjing 1-til-1 | Tvørmegi

Persónlig venjing

Við persónligari 1-til-1 venjing tryggjar tú tær eina venjingarætlan skraddaraseymaða til tín og tíni mál

Eisini ber til at venja saman í smærri bólkum

Les meira niðanfyri

Við í prísinum er:

  • Innleiðandi samrøða um tíni mál
  • Upp til fýra venjingar um vikuna
  • Persónligan venjara til allar venjingarnar
  • Venjingarætlan eftir tínum ynskjum
  • Vanligt limahald í Tvørmegi í tíðarskeiðnum

Persónligan Venjara í Tvørmegi

Vit røkka tínum málum
Við persónligari venjing í Tvørmegi tryggjar tú tær eina skraddaraseymaða venjingarætlan, sum er gjørd til at røkka tínum persónligu málum. Persónlig venjing er fyri einstaklingar og smærri bólkar, uttan mun til, um tú venur fyri at kickstarta CrossFit-venjingina, gerast sterkari, betra teknikkin, lætna nøkur kilo ella okkurt heilt annað. Vit eru klár at hjálpa tær.
Venjing eftir tínum gerandisdegi
Tað kann vera trupult at kroysta venjing inn í ein pressaðan gerandisdag, men við persónligari venjing verður venjingarætlanin løgd eftir tínum gerandisdegi, málum og ynskjum.
Venjingarætlan eftir tínum tørvi
Har er sjálvdan ein lættur vegur, men vit hjálpa tær stigvíst, stuðla og fylgja tær heilt á mál. Í høvuðsheitum arbeiða vit við fýra ymiskum økjum: styrki, teknikki, heildarvenjing og at lætna. Tú avger, hvat skal raðfestast í tínari venjing. Endamálið er, at tú skal fáa mest møguligt burturúr og somuleiðis brynja teg til næstu avbjóðingina.
1-til-1 ella smærri bólkar
Persónlig venjing kann skipast bæði sum 1-til-1 og sum 1-til-fleiri, alt eftir um tað er ein einstaklingur ella ein vinarbólkur, sum vil venja saman. Mannagongdin er einføld – tú/tit koma til eina innleiðandi samrøðu, har vit práta um endamálið við venjingini. Síðani finna vit ein leist, sum passar akkurát til tín/tykkum, sama um tað er ein ella fleiri venjingar um vikuna.

Prísir & Tilboð

1-til-1, 5 venjingar

2195 kr

Keyp her

Íroknað

  • 5 venjingar við persónligum venjara
  • Skraddaraseymaða venjingarætlan

1-til-1, 10 venjingar

3995 kr

Keyp her

Íroknað

  • 10 venjingar við persónligum venjara
  • Skraddaraseymaða venjingarætlan

5 venjingar í smærri bólkum

1495 kr

Keyp her

Íroknað

  • 5 venjingar við egnum venjara
  • Skraddaseymaða venjingarætlan
  • Avmarkað pláss, min 2 max 6
  • Prísurin er pr. luttakara

10 venjingar í smærri bólkum

2495 kr

Keyp her

Íroknað

  • 10 venjingar við persónligum venjara
  • Skraddaraseymaða venjingarætlan
  • Avmarkað pláss, min 2 max 6
  • Prísurin er pr. luttakara

Grundskeið í CrossFit, smærri bólkar

2495 kr

Keyp her

Íroknað

  • Grundskeið í CrossFit við egnum
  • 12 venjingar í grundleggjandi CrossFit
  • Avmarkað pláss, min 2 og max 6 luttakarar
  • Prísurin er pr. luttakara

Grundskeið í CrossFit, 1-til-1

3995 kr

Keyp her

Íroknað

  • Grundskeið í CrossFit við egnum
  • 12 venjingar í grundleggjandi CrossFit

Tín Persónligi Venjari

Venjarar

Bartal Kamban

Bartal er dagligur leiðari og venjari í Tvørmegi og hevur vant CrossFit og funktionella venjing síðan 2013. Tá CrossFit kom til Føroya gjørdist hann beinanvegin bitin av fjølbroyttu og stuttligu venjingini, sum bæði fevnir um vektlyfting, fimleik, úthaldni og styrki.

Umframt CrossFit hevur Bartal fleiri ára royndir sum leikari og venjari í hondbólti í Føroyum, Danmark og á føroyska landsliðnum. Í nógv ár vandi Bartal Crossfit við síðurnar av hondbóltinum, og hann hevur støðugt ment sínar førleikar innan styrkivenjing umvegis skeiðvirksemi av ymsum slag. Í dag er hann ein av okkara royndastu venjarum.

Bartal er føddur í 1990, hevur ein kandidat í Fólkalívsfrøði og hevur lisið og arbeitt í Danmark, Íslandi og Norra, áðrenn hann kom heim til Føroya aftur. Hann er persónligur venjari í Tvørmegi og gleðir seg at hjálpa tær at røkka tínum málum.

Hevur tú spurningar?

Skriva stutt um teg og tíni ynski við venjingini, so svara vit sum skjótast

Crossfit er einfalt - melda til og møt uppso taka vit okkum av restini!