§ 1 Navn og heimstaður.
Navn felagsins er Styrkifelagið Stoyt og heimstaður felagsins er í hølum hjá Tvørmegi
§ 2 Endamál.
At skapa karmar fyri íðkarar, sum ynskja at venja og kappast, vand og óroynd, innan vektlyfting í Føroyum.
§ 3 Limaskapur.
Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annaðhvørt ein nevndarlim ella venjara. Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap. Verður persóni noktaður limaskapur, kann hann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.
Feløg og onnur áhugaði, kunnu gerast hvílandi limir.
Nevndin ásetur støddina á limagjaldinum fyri virknar-, hvílandi- og ungdómslimir. Limur kann siga limaskap sín upp við einum mánaða freist til ein 1. í einum mánaði.
Nevndin kann koyra lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur brotið viðtøkur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg. Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan. Felagið kann útnevna heiðurslimir.
§ 4 Aðalfundir.
Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði felagsins ella í frammanundan tilnevndum staði, er hægsti myndugleiki felagsins. Ársaðalfundur verður hildin áðrenn mars mánaður er farin.
Nevndin kallar inn til aðalfundar skrivliga og/ella við uppslagi í almennum miðli við í minsta lagi 14 daga varningi.
Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði, -tíð og -skrá. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins, sum er í hølum hjá Tvørmegi. í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.
Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:
Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur.
Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara.
Bert limir, sum hava fylt 14 ár, hava atkvøðurætt. Valbærur er limur sum er fyltur 18 ár. Hvílandi limir hava møti- og talurætt, men tó ikki atkvøðurætt.
§ 5 Eykaaðalfundir.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið 25 limir krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.
§ 6 Nevndin
Felagið verður stýrt av eini 3 mannanevnd.
Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár. Soleiðis at annaðhvørt ár standa 1 (ella fleiri) fyri vali og annaðhvørt ár standa 2 (ella fleiri) fyri vali.
Nevndin skipar seg sjálv.
Nevndin heldur fund, so ofta hon heldur tað vera neyðugt.
Nevndin er viðtøkufør, tá ið 3 nevndarlimir eru á fundi.
Nevndin ger reglugerð fyri virksemi sítt.
Gerðabók (fundarfrágreiðing) verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir.
§ 7 Tekningarreglur.
Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst ein samd nevnd.
§ 8 Heftilsi.
Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.
§ 9 Roknskapur.
Roknskaparár felagsins er frá 1. januar og til 31. desember.
Fyrsta roknskaparár er frá stovnan felagsins og til 31. desember 2022.
§ 10 Viðtøkubroytingar.
At broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.
§ 11 Avtøka.
At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri.
Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir. Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarligt ella vælgerandi endamál.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn tann 28. februar 2022.