Skeiðið byggir á fjølbroyttar og funktionellar rørslur, ið styrkja allan kroppin, økja úthaldni og forbrenningina. Í einum sosialum umhvørvi og við støði í grundleggjandi frálæru í CrossFit, seta vit ferð á tína venjing. Vit vilja vera við til at uppbyggja neyðuga sjálvsálitið og motivatiónina hjá tær til at halda fram við venjingini, sum leggur lunnar undir eitt sunnari og betri lív.
Øll kunnu vera við
Vant verður tvær ferðir um vikuna í fýra vikur. Allir tímarnir eru við royndum venjara, ið vegleiðir teg trygt gjøgnum allar venjingarnar. Skeiðið er fyri øll, og venjingin verður tillagað til støðið hjá tí einstaka, so øll kunnu gerast fittari og sunnari. Vanligt limahald er íroknað og ynskir tú at venja meira viðmæla vit CrossFit Light ella Treystis tímar
Fastur prísur og lætt at skilja
Skeiðið er skipa við føstum haldi, men uttan binding. Tú kanst sostatt altíð strika haldið, um tú ynskir at steðga. Ynskir tú hinvegin at skifta til vanligt limahald, so er at boða venjaranum frá ella skriva til okkara og so gera vit tað sama dag uttan meirkostnað
Nær og hvar?
Vant veður týs- og hósdag kl. 19 til 20 í hølunum hjá Tvørmegi í Slættanesgøtu 11
Tað er einfalt – melda til, kom til tíma og ger títt besta.So taka vit okkum av restini - síggjast!