Sum limur í Tvørmegi kanst tú venja óavmarkað í hølum felagsins og melda teg til allar skemaløgdu liðtímarnar. Okkara venjarar eru altíð til at heita á, og vegleiða teg trygt gjøgnum allar venjingarnar. Stúr ei, tí allar rørslur kunnu tillagast til tann einstaka, soleiðis at øll kunnu vera við óansæð undanfarnar royndir og støði. Kom til ein ókeypis royndartíma ella melda teg til Intro – vit gleða okkum til at møta tær.
Tvørmegi CrossFit lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð í 2013 í gomlu hølunum hjá Landsapotekaranum í M.A. Winthers Gøtu 4. Hølini vóru rá, víð til veggja og høg til loftið, og hóskaðu seg væl til einfalda og effektiva venjingarháttin. Fjølbroytti venjingarhátturin var nýggjur, og sameiningin av styrki, fimi og úthaldni har kropsliga javnvágin er í miðdeplinum gav ikki einans góð úrslit, men skapti eisini eina sterka felagsfatan millum limirnar.
Tað eru limirnir, ið eru grundarlagið hjá Tvørmegi, og síðan 2013 er limatalið vaksið støðugt. Tað hevur lagt lunnar undir at víðka um vikuskránna við fleiri ymiskum tilboðum, so sum CrossFit Børn og Ung, CrossFit Senior, CrossFit Mammur, Treystis WOD, umframt at Tvørmegi hevur skipað fyri ymiskum verkstovum innan CrossFit.
Fyrst í 2020 flutti Tvørmegi úr hølunum hjá Landsapotekaranum og inn í gamla bakaríið hjá Frants Restorff í Magnus Heinasonar Gøtu 24. Góða grundarlagið frá M.A. Winthers Gøtu fylgdi við, og nýggju hølini, ið eru tvífald so stór, hava ført við sær, at enn meira lív er komið í Tvørmegi. Felagsskapurin, góðskan og tilboðini hava ongantíð verið betri, og ynskja vit, at Tvørmegi skal mennast enn meir, so vit verða enn fleiri, ið fáa ein fitt’ari og sunnari lívsstíl saman.