Fyrsta mðr. fyri hálvan prís um skift verður til vanligt hald
Um Boot Camp
Bygt á fjølbroyttar og funktionellar rørslur
Skeiðið byggir á fjølbroyttar og funktionellar rørslur, ið styrkja allan kroppin, økja úthaldni og forbrenningina. Í einum sosialum umhvørvi og við støði í grundleggjandi frálæru í CrossFit, seta vit ferð á tína venjing. Vit vilja vera við til at uppbyggja neyðuga sjálvsálitið og motivatiónina hjá tær til at halda fram við venjingini, sum leggur lunnar undir eitt sunnari og betri lív.
Øll kunnu vera við
Vant verður tríggjar ferðir um vikuna í fýra vikur. Allir tímarnir eru við royndum venjara, ið vegleiðir teg trygt gjøgnum allar venjingarnar. Skeiðið er fyri øll, og venjingin verður tillagað til støðið hjá tí einstaka, so øll kunnu gerast fittari og sunnari. Venjarar eru Ári Rouch, Kristjan Petursson og Marius Thomassen.
Lækkandi prísir og tilboð
Hvønn mánað byrjar eitt nýtt skeið við nýggjari venjingarætlan, so til ber at tríva í fleiri BOOT CAMPS. Prísurin lækkar fyri hvørt skeið, og luttakarar, ið vilja gerast vanligir limir í Tvørmegi, fáa eisini eitt byrjanartilboð.
Nær og hvar?
Vant veður mánadag, mikudag og hósdag kl 19 til 20. Tvørmegi hevur høli í gamla bakarínum hjá Frants Restorff í miðbýnum. Dyrnar eru í Magnus Heinasonargøta 24.
Prísir
Um skift verður til vanligt limahald fáa tit tað fyri hálvan prís
Fyrsta skeið
1.995 kr
Næsta Skeið
1.495 kr
Eftirfylgjandi Skeið
995 kr
Tað er einfalt – melda til, kom til tíma og ger títt besta.So taka vit okkum av restini - síggjast!