Tummas Rubeksen | Tvørmegi

Tummas Rubeksen

“Eg venji, tí fyri meg er tað sera umráðandi at vera kropsliga væl fyri. Tað gevur mær betri svøvn, og meira orku í gerandisdegnum.

Umframt at møta fleiri stuttligum fólkum til venjingarnar, so føli eg hvønn dag, at eg verði sterkari, kvikari og smidligari. Tú hevur eina super kenslu í kroppinum, tá tú hevur gassað ígjøgnum eina venjing, og tú verður púra bitin av tí.

Eg venji í Tvørmegi, tí tað passar væl til mín. Tú venur saman undir leiðslu av góðum venjarum. Rørslurnar eru funktionellar og geva góða meining, og er tað nakað, sum tú ikki klárar, so er altíð ein tillaging, sum ger, at tú altíð kann vera við. Fáfongdina letur tú liggja uttanfyri, tí í Tvørmegi hevur tú ikki tíð til at hyggja eftir hinum ella verða bangin fyri at síggja býttur út. Og tú kennir á tær, tá tú fert útaftur, at tú ert betri, enn tá tú kom inn”

Crossfit er einfalt. Tað einasta, tú skalt gera, er at møta upp, so taka vit okkum av restini. Vit bjóða CrossFit Boot Camp til øll, sum eru forvitin eftir at royna CrossFit og ynskja sær at koma í venjing við okkum.

Tað er einfalt – melda til, kom til tíma og ger títt besta.So taka vit okkum av restini - síggjast!