Við støði í HIIT (High Intensity Interval Training) seta vit ferð á tína venjing, so tú kanst gerast lættari og sterkari, og soleiðis leggja lunnar undir eitt sunnari og betri lív. Gransking vísir, at HIIT er ein skjótur og góður venjingarháttur, um ætlanin er at tapa seg, og við tí í huga, hava vit gjørt tað heilt einfalt hjá tær at gerast fittari og sunnari.
FITT fyri øll
Skeiðið byggir á fjølbroyttar og funktionellar rørslur, men venjingin hevur altíð sama endamál – at forbrenna so nógv sum tilber skjótt og effektivt. Vit vilja røkka øllum og leggja dent á, at venjingarnar skulu vera tekniskt einfaldar, hava høgan intensitet og geva góð úrslit.
Prísir og tilboð
Hvønn mánað byrjar eitt nýtt skeið við nýggjari venjingaræltan. Prísurin fyri ein mðr. er 995kr, og fast hald kostar 695kr og hevur tveir mðr. binding.
Nær og hvar?
Vant verður saman tríggjar ferðir um vikuna. FITT venur týsdag og hósdag kl. 20:10 til 21:10 og leygarmorgun frá 9 til 10. Tvørmegi hevur høli í Slættanesgøtu 11