Jóhanna av Steinum | Tvørmegi

Jóhanna av Steinum

“Eg byrjaði til CrossFit Boot Camp í Tvørmegi, tí eg vildi fáa meira burturúr venjingini. Eg vandi sjálv nakrar ferðir um vikuna, men føldi meg ómotiveraða og fekk ikki nóg mikiđ burturúr.

Eg gjørdist skjótt sterkari og áhaldnari við at venja crossfit í Tvørmegi. Eg havi eisini fingið eina innaru styrki, sum eg ikki hevði væntað. Tað økir nógv um sjálvsálitið, tá tú knappliga klintrar í togum og ger alt møguligt annað, sum tú aldrin í lívinum helt, at tú fórt at klára. Tað hevði henda argjadaman, sum annars ikki er serliga ítróttalig, als ikki roknað við. Og sjáldan havi eg møtt fittari og hjálpsamari menniskjum, íðkarum sum venjarum, sum í Tvørmegi.

Tvørmegi kann virka avbjóðandi, men í grundini er tað bara at møta upp og byrja í einum enda. Vit kunnu so nógv meiri enn vit halda. Eisini vit, sum nú hava rundað tey 40”.

Crossfit er einfalt. Tað einasta, tú skalt gera, er at møta upp, so taka vit okkum av restini. Vit bjóða CrossFit Boot Camp til øll, sum eru forvitin eftir at royna CrossFit og ynskja sær at koma í venjing við okkum.

Tað er einfalt – melda til, kom til tíma og ger títt besta.So taka vit okkum av restini - síggjast!