“Eg venji, tí tað gevur mær vælveru. Eg føli meg sterka sálarliga og kropsliga. At byrja við vandi eg fyri at tapa meg, men so bleiv eg bitin av felagsskapinum og stuttligu, men tó krevjandi, venjingunum sum eru í Tvørmegi.
Eg fái ikki bara meira yvirskot í mínum gerandisdegi, betri svøvn og tað, vit vanliga kenna frá venjing. Eg havi eisini fingið ein heilt øðrvísi hugburð til venjing, tí Tvørmegi snýr tað seg um at hava ein sterkan kropp og ikki ein flottan kropp. Tað er í ordan at vera ein sterk kvinna við málum um at gerast sterkari, og snýr seg ikki um hvørt kilo tú tapir og hvørja kaloriu tú inntekur. Hetta haldi eg, er ein góður og sunnur hugburður! 💪🏻”
Crossfit er einfalt. Tað einasta, tú skalt gera, er at møta upp, so taka vit okkum av restini. Vit bjóða CrossFit Boot Camp til øll, sum eru forvitin eftir at royna CrossFit og ynskja sær at koma í venjing við okkum.