- Endamál við tilboðnum
- Heimavenjing gevur øllum møguleikan at venja har, tað passar tær. Við hesum fært tú venjing inn í gerandisdagin - sama um tað er heima, á arbeiðsplássinum, á hotellinum ella aðrastaðni.
- Venjingar sniðgivnar til júst títt støði
- Við Heimavenjing fært tú fimm ymiskar venjingar hvørja viku. Hesar kunnu gerast bæði við og uttan útgerð og amboð. Venjingarnar eru flokkaðar í ymisk støði, og tað er lætt at velja ta venjingina, sum passar tær best. Eisini fylgja filmsbrot av øllum rørslunum við. Á henda hátt fært tú eina skjóta og einfalda innleiðslu í, hvussu tú gert dagsins venjing.
- Venjing Har Tú Vilt við persónligum venjara.
- Við persónligum venjara fært tú eisini:
- Innleiðandi prát um tíni mál og ynski við venjingini
- Regluligt samskifti og vegleiðing
- Ein privatan venjingartíma um mánaðin, har tit bæði práta um gongdina og taka venjingar ígjøgnum
- Uttan persónligum venjara
- Uttan persónligan venjara kann brúkast sum eitt ískoyti um tíðin ikki strekkir, og er ætlað teimum, sum eru von at venja, ella hava dirvi at byrja uttan persónliga vegleiðing.