Skeið í Styrki og Vektlyfting | Tvørmegi

Styrki og Vektlyfting

Skeiðið er ætla øllum, ið vilja gerast kropsliga sterkari og stinnari í olympiskari vektlyfting.

Prísurin fyri ein mðr. er 895 kr

Næsta skeið byrjar 22/6

Við í prísinum er:

  • 2 venjingar um vikuna í 4 vikur
  • Royndir venjarar til allar tímarnar
  • Vanligt limahald í Tvørmegi í tíðarskeiðnum
  • Avmarkað pláss

Um Styrki og Vektlyftingarskeiðið

Til tín, sum vil gerast kropsliga sterkari og stinnari í Olympiskari Vektlyfting
Uttan mun til støði og royndir, so er grundleggjandi styrki lykilin innan nærum allar ítróttargreinar. Harafturat gevur styrkivenjing eina betri kropsliga javnvág, meira orku í gerandisdegnum og økir um forbrenningina. Við støði í grundleggjandi teknikki og styrki, leggja vit dent á tey treisku og eksplosivu lyftini, fyri at hjálpa tær at gerast sterkari og røkka persónligum málum.
Øll kunnu vera við
Vant verður saman tvær ferðir um vikuna við venjarum, ið eru royndir innan bæði styrkivenjing, olympiskari vektlyfting og CrossFit. Óansæð um tú nýligani ert byrjað/ur ella hevur vant leingi, so er skeiðið fyri teg, sum vil gerast sterkari og kvikari. Skeiðið er bygt upp um nøkur høvuðslyft, sum eru Clean & Jerk, Snatch, Deadlift, Squat, Bonkpress og Akslapress umframt aðra supplerandi styrkivenjing.
Lækkandi prísir og tilboð
Hvønn mánað byrjar eitt nýtt skeið við nýggjari venjingarætlan, so til ber at tríva í fleiri Styrki- og Vektlyftingarskeið. Prísurin er 895kr fyri 1 mðr, og luttakarar, ið vilja gerast vanligir limir í Tvørmegi, fáa eisini eitt byrjanartilboð.
Nær og hvar?
Vant verður saman tvær ferðir um vikuna týsdag og hósdag kl. 19:00 til 20:30. Tvørmegi hevur høli í gamla bakarínum hjá Frants Restorff í miðbýnum. Dyrnar eru í Magnus Heinasonargøtu 24.

Tað er einfalt – melda til og ger títt besta.So taka vit okkum av restini - síggjast!