Vektlyfting | Tvørmegi

Verkstova í Vektlyfting

Ein verkstova til øll, ið vilja gerast betur og tryggari í Clean & Jerk og Snatch

Kostnaður 595 kr

Verkstovan verður 8. Mai

Við í prísinum er:

  • Venjing í olympisku lyftunum Clean & Jerk og Snatch
  • Tvær venjingar við roynda danska venjaranum Frank Petersen
  • Avmarkað pláss til 16 luttakarar
  • Vant verður leygardagin frá kl. 10 til 11:45 og frá 13 til 14.30

Um Verkstovuna

Grundleggjandi frálæra í Clean & Jerk og Snatch
Í mars verður aftur ein verkstova í olympiskari vektlyfting við Frank Petersen. Verkstovan byggir á grundleggjandi frálæru í teimum tekniskt krevjandi lyftunum Clean & Jerk og Snatch.
Øll kunnu vera við
Dentur verður lagdur á at røkka øllum óansæð støði og royndir, so øll ið vilja, kunnu gerast betur og tryggari í lyftunum.
Venjarin Frank Petersen
Frank Petersen er partur av einum toymi, sum venur tað danska landsliðið í vektlyfting, og hann hevur í meira enn 20 ár uppalt óteljandi vektlyftarar.
Nær og hvar?
Vant veður leygardagin 8. Mai kl. 10 til 11:45 og aftur frá kl. 13 til 14.30. Tvørmegi hevur høli í gamla bakarínum hjá Frants Restorff í miðbýnum. Dyrnar eru í Magnus Heinasonar Gøta 24.

Tað er einfalt – melda til og ger títt besta.So taka vit okkum av restini - Síggjast!